Privatlívspolitikkur

Vit nýta hesar cookies á okkara heimasíðu. Í høvuðsheitinum er talan um cookies sum samla hagtøl yvir vitjandi.

Heiti

Eigari

Endamál

Gongur út

Slag

lunnar-session

Lunnar

Verður nýtt at halda setuna virkna. Hetta kann vera neyðugt fyri frymlar, trygd, innriting/umsiting og fyribils upplýsingar millum síðuvísingar.

Um ein tíma

HTTP

XSRF-TOKEN

Lunnar

Verður nýtt til trygd og at verja heimasíðuna móti CSRF-álopum. Cookie’in hjálpir við at vátta, at frymlar og aðrir fyrispurningar koma frá rætta brúkaranum og ikki frá eini aðrari heimasíðu.

Um ein tíma

HTTP

Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond. Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.

Hvørji vit eru

Hesin politikkur er galdandi fyri okkara heimasíðu, https://www.lunnar.fo.

Hvørjar persónligar upplýsingar vit samla og hví

Sambandsfrymlar

Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at hendan heimasíða kann nýta hesar upplýsingar til, at svara spurningum, tilboðum ella øðrum slagi av fyrispurningum, sum fylgir endamálinum hjá frymilinum. Vanliga verður spurgt eftir: teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, og telefonnummari.

Cookies

Um tú leggur eina viðmerking á okkara heimasíðu, loyvir tú okkum at goyma títt navn, tín teldupostbústað og heimasíðu í farsporum (cookies). Hetta er til tín hentleika, so tær ikki nýtist at tøppa inn tínar upplýsingar av nýggjum, tá tú leggur eini boð afturat á heimasíðuni. Hesi farspor eru galdandi í eitt ár. Um tú hevur ein brúkara og innritar á hesa heimasíðu, seta vit eitt fyribils farspor fyri, at staðfesta um tín netkagi loyvir nýtslu av farsporum. Hetta farspor inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður strikað tá tú sløkkjur netkagan. Tá tú innritar seta vit fleiri farspor, fyri at goyma tínar innritingarupplýsingar, tíni persónligu val og uppseting í umsitingini. Um tú velur "Minst til mín" undir innritan, heldur tín innritan í tvær vikur. Um tú útritar, verða øll farspor strikað. Um tú broytir ella útgevur eina grein, verður enn eitt farspor lagt í tín netkaga. Hetta farsporð inniheldur ongar persónligar upplýsingar, og goymir einans eymerkingarnummari á greinini, sum tú júst hevur broyt. Hetta farspor fer úr gildið eftir einum degi.

Hvussu leingi vit hava tínar upplýsingar

Um tú skrivar eina viðmerking, verður viðmerkingin og tað metadata, ið hoyrir til goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er av teirri grund, at vit kunnu kenna brúkaran aftur og vátta øllum eftirfylgjandi viðmerkingum sjálvvirkandi, í staðin fyri at hava eina kø av viðmerkingum, sum skulu eftirhyggjast. Fyri tey ið skráseta seg, sum brúkara á okkara heimasíðu (um møgulleiki er til tað), goyma vit teir persónligu upplýsingar, sum tey geva á teirra vanga. Allir brúkarar kunnu síggja, broyta og strika sínar persónligu upplýsingar til eina og hvørja tíð (undantikið at broyta brúkaranavn). Umsitararnir av heimasíðuni kunnu eisini síggja og broyta hesar upplýsingar.

Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar

Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg. Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru forplikta at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum. Tíni rættindi sum skrásetdur Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásetdur altíð hesi rættini:

Hvar vit senda tykkara upplýsingar

Viðmerkingar kunnu vera sendar ígjøgnum eitt automatiserað spamfiltur. Allir upplýsingar og data verða hýst í Onglandi.

Samband við okkum

Lunnar sp/f
Heiðavegur 27
FO-600 Saltangará
Føroyar
Email: hey@lunnar.fo
Telefon: +298 204020