Skeið í WordPress

Nær?

18. september 2026

Hvar?

Heiðavegur 27, Saltangará

Tilmeldingarfreist

11. september 2026

Kostnaður

2.500,- pr. persón

Luttakarar

Maks. 12

Krav

Hav teldu við

Skeiðið er ætlað tær, sum hevur lítlar ella ongar royndir við WordPress, ella sum ikki arbeiðir regluliga í skipanini og tí hevur tørv á at fríska grundleggjandi vitan upp.

Hetta er eitt praktiskt skeið, har tú arbeiðir beinleiðis við tíni egnu WordPress-heimasíðu. Vit fara stig fyri stig ígjøgnum tær mest vanligu uppgávurnar, so tú verður tryggari í at dagføra og umsita heimasíðuna.

Tú lærir millum annað at stovna og rætta síður, leggja tekst, myndir og video inn, arbeiða við blokkum, seta formularar upp og installera plugins. Vit fara eisini ígjøgnum grundleggjandi stillingar og vísa tær, hvussu tú finnur teg til rættis í WordPress.

Undirvísararnir taka sær góða tíð at hjálpa hvørjum einstøkum luttakara. Tú fært tí eisini høvi at arbeiða við ítøkiligum spurningum og avbjóðingum á tíni egnu heimasíðu og fáa hjálp til júst tað, tú hevur tørv á.

Vit vænta, at tú hevur eina WordPress-heimasíðu, sum tú hevur atgongd til og kanst arbeiða við undir skeiðnum. Hav tí teldu og innritingarupplýsingar við.

Tú lærur

Finn teg til rættis í WordPress

Tú lærir at brúka umsitingarskipanina í WordPress og gera grundleggjandi stillingar, so tú lættari kanst arbeiða við heimasíðuni.

Legg inn tilfar, myndir og video

Tú lærir at stovna og rætta síður og innlegg og at leggja tekst, myndir og video inn á heimasíðuna.

Bygg síður við blokkum

Tú lærir at brúka Gutenberg-blokkar til at seta upp einfaldar og væl skipaðar síður á heimasíðuni.

Set formularar upp og arbeið við plugins

Tú lærir at stovna einfaldar formularar og at installera og umsita plugins, sum geva heimasíðuni fleiri funktiónir.

Skráin

08:00 - 08:30

Morgunmatur og vælkomin

08:30 - 10:00

Umsiting av WordPress (stillingar, myndir og video, brúkarar og plugins)

10:00 - 10:20

Kaffi

10:20 - 11:00

Uppseting av formularum

11:00 - 12:00

Blokkar og tilfar til heimasíðuna

12:00

Døgurði

Skeiðshaldarar

Helgi Øster Petersen Helgi Øster Petersen

Helgi Øster Petersen

Forritari

Helgi hevur arbeitt við WordPress í yvir 10 ár og hevur djúpan kunnleika í bæði tekniskari uppseting og innhaldsskapan. Hann er góður at finna orð, sum gera WordPress greitt at skilja – sama hvar tú ert í ferðini.

Levi á Torkilsheyggi Levi á Torkilsheyggi

Levi á Torkilsheyggi

Verkætlanarleiðari

Levi hevur eisini havt WordPress sum dagligt arbeiðsamboð í yvir 10 ár. Hann sær altíð møguleikarnar í tólinum og kann leiða teg ígjøgnum tað á ein praktiskan hátt.


Melda teg til skeið